Amerikanska tennisdrotningin Serena Williams vann í dag einstaklingakappingina hjá kvinnum í Wimbledon-kappingini í London. Í finaluni vann hon 6-1, 5-7, 6-2 á Agnieszka Radwanska úr Póllandi.
Tey bæði fyrru settini vóru rættiliga jøvn, men í triðja setti var eingin ivi um, hvør var tann betra.
Hetta er fimtu ferð, at Serena Williams vinnur Wimbledon-kappingina, men sigurin er hennara fyrsti í einari stórari kapping í tvey ár.