Serena ov sterk fyri Wozniacki

Caroline Wozniacki hevði ongan møguleika, tá hon í nátt møtti Serena Williams í hálvfinaluni í US Open. Dysturin vardi hálvanannan tíma, og tá hevði Serena Williams vunnið 6-2, 6-4. Aftan á dystin ásannaði Caroline Wozniacki, at hon hevði ongan møguleika ímóti teirri garvaðu amerikonsku stjørnuni.

 

-Hennara serva var drepandi. Eg hugdi bara og vónaði, at bólturin fór út, tí tað kendist, sum at har var lítið og einki hjá mær at gera. Serena spældi sera væl, segði Wozniacki.

 

Tann næsta kappingin hjá Caroline Wozniacki verður í Tokyo tann 25. september.