Tað sær ikki út til at vera nakar ella rættari sagt nøkur, sum kann steðga amerikonsku tennisdrotningini Serena Williama.
Serena, sum nýliga hevur vunnið bæði OL og Wimbledon, spældi seg í nátt í finaluna í US Open í New York. Hinumegin netið var italska Sara Errani, men hon hevði ikki ein livandi kjans. Serena vann ruddiliga 6-1, 6-2 í einum dysti, sum vardi bara 64 minuttir.
Í finaluni skal Serena Williams spæla ímóti Victoria Azarenka úr Hvítarusslandi, sum í løtuni er ovast á heimsstyrkilistanum. Eygleiðarar halda kortini, at Serena stórur favorittur. Eitt er, at hon spælir sera væl nú, og harafturat hevur hon vunnið níggju av teimum tíggju dystunum, sum hon hevur spælt ímóti Azarenka fyrr. Tað skal tó sigast, at tann seinasti sigurin var fyri fýra árum síðani.