Serbiskur skjútti til Neistan

Neistin hevur skrivað sáttmála við 25 ára gomlu Milica Rankovic

Longu við kappingarárslok í vár hevði Neistin serbiska skjúttan á vitjan, og nú er so endaliga greitt, at Milica Rankovic verður partur av kvinnuliðnum hjá Neistanum komandi hondbóltsveturin.

 

Milica hevur nógvar royndir úr bestu serbisku deildini, og sum skilst er talan um høgan og skotsterkan bakspælara.

 

Eisini er nú greitt, at Mariana Lucic heldur fram sum málverji hjá Neistakvinnum.

 

Frá kvinnubólkinum hjá Neistanum skilst, at føroysku spælararnir mest sum allar halda fram. Og eisini er vónin, at Marjun Danberg legst afturat hópinum, tá vit nærkast jóltíðum.

 

So hava Neistakvinnur fingið styrk. Sáttmáli er gjørdur við ein serbiskan bakk, Milica Rankovic, sum er 25 ár og spælir í bestu serbisku deildini. Málmaðurin, Maggi, kemur eisini aftur. Vit vóna, at tær flestu føroysku halda fram aftur í ár, umframt at Marjun Danberg væntandi kemur aftur seinni í heyst ella vetur