Serbiskur miðvallari til Liverpool

Hann kemur tó ikki til felagið fyrr enn í summar

Mynd: Getty Images

Ikki hevur tað gingið væl hjá Liverpool í ár. Brendan Rodgers varð koyrdur fyrr í kappingarárinum. Síðani hava avrikini undir nýggja venjaranum, týska Júrgen Klopp, eisini verið eitt sindur óstøðug. Tað hevur verið róð uppundir, at Klopp sera gjarna vil hava nýggjar mans til felagið, og nú er fyrsta leikarakeypið blivið kunngjørt.

 

Leikarin, ið er keyptur, fer tó ikki at gera nakran mun her og nú, tí at fyrsta keypið hjá Liverpool er 19 ára gamli og serbiski Marko Grujic, ið er keyptur frá Red Star Beograd. Grujic kemur tó ikki til Liverpool fyrr enn í komandi kappingarárið. Hann heldur fram í Red Star Beograd, har Liverpool longu hevur leigað hann út aftur.

 

Grujic er sentralur miðvallari, sum var við á serbiska liðnum, ið vann U20-HM í fjør.

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images