Serbiskt sjónvarp sæst í Føroyum

Hvønn dag hevur serbiskt sjónvarp sent beinleiðis frá kappingini í Tasmajdan stadion í Beograd, har fremstu, ungu svimjarar úr øllum Evropa eru við.

 

Ein evropameistarakapping, har Pál Joensen sum kunnugt hevur gjørt hol í sjógvin og vunnið gullheiðursmerki í báðum kappingum, hann higartil hevur svomið. Pál Joensen svimur finalu í 800 m frí klokkan 1730, føroyska tíð.

 

Í morgun frættist her niðri í Beograd, at fylgissveinurin, ið sendir sjónvarpsrásina RTS2, kann røkkast úr Føroyum. Eisini frættist, at tað eru fólk í Føroyum, sum hava sæð finalurnar í fylgissveinasjónvarpi.

 

Finalurnar byrja aftur í dag klokkan 1600, føroyska tíð. So hevur tú parabol og finnur RTS2, ja so ber til at fylgja við í serbiskum sjónvarpi afturvið Rás2, sum sendir beinleiðis frá evropameistarakappingini, frá klokkan 1600.

 

Á heimasíðuni www.svimjing.com verður í løtuni arbeitt við at fáa livestreaming frá serbisku sjónvarpsrásini, ið fer at senda frá finalunum seinnapartin.