Serbiski kongurin jarðaður

Stjórnin í Serbia og hundraðtals syrgjandi vóru í dag savnað fyri at jarða serbo-kroatiska kongin, Petar II Karadjordjevic, og trý onnur í gomlu kongsslektini í tí, sum fyrr var Jugoslavia.

Petar kongur tók við trúnuni í 1934, eftir at faðir hansara, Aleksandar kongur, var myrdur í Marseille í Fraklandi. Men tá nazistarnir undir seinna heimsbardaga hersettu Jugoslavia, noyddist Petar at flýggja.

Eftir kríggið løgdu kommunistarnir, sum tá tóku valdið, hald á allar ognir hjá kongshúsinum, og teir royndu at breiða út ta fatan, at kongurin var landasvíkjari.

Petar II Karadjordjevic doyði í útlegd í USA í 1970, men síðani eru leivdirnar av honum grivnar uppaftur, og tað sama er gjørt við trý onnur í kongsslektini, sum livdu ymsastaðni kring heimin.

Kistan hjá kongi varð sveipað inn í serbiska flaggið, krúnan sett oman á hana, og síðani varð hon við heiðursvakt koyrd til Oplenac-kapellið í serbiska býnum, Topola.