Serbia skal viðurkenna Kosovo

Serbia skal viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt ríki. Vil serbiska stjórnin ikki gera eftir tí kravinum, fer Týskland at forða fyri, at Serbia kann fáa limaskap í ES. Tað kom fram, tá nakrir týskir politikarar hildu tíðindafund í serbiska høvuðsstaðnum Beograd í gjár.

Serbiska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til orðini hjá teimum týsku tinglimunum. Fyrr hevur Serbia sagt, at landið kann ikki viðurkenna Kosovo sum sjálvstøðugt ríki, tí eftir serbiskari uppfatan er Kosovo partur av Serbia og eittt øki, sum landið ikki fer at lata frá sær.

Á tíðindafundinum søgdu teir týsku politikararnir, at tann 15. desember fær Serbia støðu sum umsøkjaraland, men teir vildu ikki siga, nær veruligar samráðingar um limaskap kunnu byrja.