Serbia fer uttan iva at nærkast Evropa, nú tann hóvligi og nýskipanarhugaði Boris Tadic tekur við sum forseti. Hann fekk 54 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum sunnudagin. Mótvalevnið, tann víðgongdi tjóðskaparmaðurin Tomislav Nikolic, fekk 45 prosent.
Undir valstríðnum legði Boris Tadic dent á, at Serbia má nærkast hinum partinum av Evropa, og at landið tí má taka fleiri stig fram ímóti demokratii og nýskipanum heldur enn at byrgja seg inni.
Boris Tadic hevur eisini sagt, at Serbia má samstarva við krígsbrotsmannadómstólin í Haag.










