Altjóða Gjaldoyragrunnurin er til reiðar at læna Serbia pengar til at avmarka avleiðingarnar av fíggjarkreppuni við Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, hevur boðað serbisku stjórnini frá, at hon kann fáa tríggjar milliardir krónur í láni til at avmarka avleiðingarnar av altjóða fíggjarkreppuni við.
IMF-stjórin, Dominique Strauss-Kahn, sigur, at talan er um eina tilsøgn, men at Serbia fær ikki pengarnar, uttan at tørvur er á teimum.
IMF-stjórin hevur biðið G20-londini um meiri pengar til grunnin, tí annars verður hann ikki førur fyri at nøkta eftirspurningin eftir lánum, sigur hann.










