Føroyar-Serbia 28-33 (14-15)
Á leið 600 áskoðarar vóru uppmøttir til dystin í Ítróttarhøllini á Hálsi, har Føroyingar skuldu spæla fyrsta landsdystin í langa tíð, móti einari stórari hondbóltstjóð.
Áskoðararnir mundu tó ikki vænta at tað fór at gerast eins spennandi, og tað gjørdi, tí føroysku spælararnir vóru uppsettir…Sera uppsettir, at vaska lemjandi ósigurin yviri í Serbia av sær.
Frá byrjan var tað verjan, ið vísti vegin við einum, til tíðir, óhugnaliga góðum stríðsvilja, og tað speglaðist so eisini aftur í spæligleði og dirvi. Føroyar fingu eina nærum perfekta byrjan, og løgdu seg á odda 3-0, áðrenn Serbar komu í gongd, og føroysku leikararnar fingu eisini alt fyri eitt at vita av áskoðaraplássunum, at hetta var nakað, tey hildu vera stuttligt, og viðhaldsrópini floymdu yvir føroysku stríðsmennirnar.
Stórur styrkur í Heina
Heini Hanusarsson, ið dagliga spælur í Elite 3000 Helsingør, saman við Róki A. Nielsen, var ikki við í Serbia, og tá hann so kom við aftur á heimavølli, var munurin sjónligur. Klárt var at síggja at hesin er vanur við at spæla á høgum støði, og hann tók mangan nærdystin móti kempunum av Balkan. So nógvar, at hann fekk øst ein av serbunum somikið, at hesin leyp á Heina, tá hann var á veg undir brúsuna, eftir at vera burturvístur fyri tríggjar ferðir at hava fingið 2 minuttirs útvísing. Serbin hevði stutt frammanundan fingið beinleiðis burturvísing fyri harligt spæl, tá hann slóg eftir andlitinum á júst sama Heina. So Heini hevur volt serbunum trupuleikar og øst teir upp eitt sindur – Tað skal ikki so nógv til, tí blóðið rennur heitt á Balkan.
Lítlir men knáir
Hóast okkara vóru bæði minni og hava minni royndir enn mótstøðuliðið, smæddust okkara ikki, og tóku av møguleikanum, tá høvið var til tess.
Serliga imponeraðu hoyvíkingarnar Janus Sørensen og Dánjal Tórgarð, ið vístu stórt dirvi og áræði móti størri hondbóltsmaktini. Stuttligt at síggja spælarar við neyðuga frekleikanum til at útfordra og loypa á.
Fríski Sveinur í essinum
Sveinur Justinussen hevur verið so óheppin at hann hevur drigist við skaða, men hann tykist Sveinur at vera blivin frískur av, og við einum megnar innsatsi og heili seks málum, gjørdist hann besti føroyski málskjúttin hesaferð.
Hetta man óivað vera nakað, teir í StÍF fegnast um, tí lið teirra liggur á odda í Atlantic Airways-kappingini, og fara óivað at hava brúk fyri Sveini, skulu teir halda fast um leiðsluna.
Næstan sum í ’76 og ’80
Kári Mortensen, ið er kanska kendasta navnið í føroyskum hondbólti gjøgnum tíðirnar metir at hetta er eitt megnarúrslit, og at vit eiga at halda áfram við at senda landslið út til slíkar kappingar.
- Vit eiga heilt víst, at senda landslið okkara út til tílíkar kappingar í framtíðini. Og eisini tey yngru liðini og kvinnulandsliðið. Ungdómsliðini mugu ikki verða eftirbátar í stóra spælinum, tí har verða lunnar lagdar fyri framtíðini. Man má fyri alt í verðini ikki gloyma tey ungu, sigur ein rættuliga avgjørdur Kári Mortensen, ið eisini hevur verið virkin í landsliðshondbólti, uttanfyri vøllin.
Tíðin í Hondbóltsambandinum
Kári Mortensen kom inn í nevndina í Hondbóltsambandinum í 1994, tá hann vildi vera við til at byggja upp ein leist, har møguligt var hjá øllum landsliðum at vera við í altjóða kappingum, eisini unglinga- og kvinnulandsliðunum.
Longu árið eftir í 1995 var byrjað uppá miðvíst ungdóms landsliðsarbeiði, og tá veddingarpengar, av fyrsta sinni komu í 1996 (uml 700 túsund krónur blaðm.), var gamaní hjá nevndini at arbeiða, og í ár 2000 vóru Føroyar umboðaðar á øllum pallum í altjóða høpi. Nevndin vísti, at varð rætt farið um, og rætt og raskt fólk var tilknýtt arbeiðinum, kundi væl bera til at reka landsliðshondbólt, á væl breidri palli, enn í dag. Áhugavert var at síggja, at hetta maldi runt, og ikki gav stórt hall. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at hetta arbeiði kemur í gongd aftur, ongantíð ov skjótt, sigur Kári Mortensen, ið saman við kendum nøvnum, sum Eyðfinn Egholm og Hanus Joensen (pápa Heina Hanusarsson blaðm.) og mongum øðrum, vóru profilarnar á liðunum í 1976 og 1980, ið spældu C-HM í ávíkavist Portugal og heima í Føroyum.










