"Seraf" úr Bergen hevur tvær konsertir í vikuskiftinum

Norska kórið "Seraf", sum hevur heimstað í Bergen er komið til Føroya við einari breiðari jólasangskrá.

 

Talan er bæði um upprunaligar norskar jólasangir, enskar og amerikanskar jólasálmar og jólasangir, har sungið verður bæði A Capella og við orkestri. Tað sum er serliga spennandi við Seraf er, at tey hava eisini upprunaliga føroyskar jólasangir á sangkrá sínari. Talan er um "Kvirra um fjøll og fløtur" hjá Øssur Berghamar, sum á norskum eitur "Stille på fjell og vidde". Kórið framførir eisini "Jul i dag", sum er ein norsk týðing av jólasanginum "Jól í dag", sum Árni Øregaard, Rúni Lómstein og Gunnar G. Guttesen hava gjørt orð og lag til. Haraftrat hevur kórið tvey arrangemang á skránni, sum hava sín uppruna í fløguni "Jól í dag", sum kom út á jólum í 2007. Talan er um "Her koma Jesus tíni smá", sum Sigrið Rasmussen framførir á fløguni og "Føgur er foldin", sum Heine Lutzen framførir á somu fløgu.

 

Eitt annað serligt er, at tríggir føroyskir tónleikarar verða við á konsertunum hjá Seraf. Talan er um Jón Eli Jacobsen á trummum, Eyðun Johannesen á bassgittara, og Terji Johannesen á gittara.

 

Í morgin, leygardagin syngur "Seraf" á beinleiðis sending á Rás2 klokkan 10 fyrrapartin, og klokkan 11 fyrrapartin á torginum í SMS.

 

Leygarkvøldið klokkan 20 hevur Seraf konsert á Hebron á Argjum. Sunnukvøldið klokkan 20 hevur Seraf konsert í Kelduni í Skálabotni.