Fundurin ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin um at skipa samgongu, eru liðugur og teir tríggir floksformenninir eru sera væl nøgdir við úrslitið Tað var ein sera positivur fundur, sum í kvøld hevur verið ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin í kvøld um eina nýggja samgongu.
Eftir at ABC samráðingarnar kollsigldu í dag gjørdi løgmaður av at royna nýggjar leiðir og beyð Tjóðveldinum og Miðflokkinum til samráðingar í Tinganesi klokkan 19 í kvøld.
Sostatt tykist sum um at Fòlkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru krøktir av samgongusamráðingunum.
Fundurin ímillum C, E og H vardi hálvan annan tíma og teir tríggir floksformenninir eru sera vælnøgduir og bjartskygdir eftir fundin, søgdu teir við Rás 2 fyri eini løtu síðani.
Teir siga allir tríggir, at andin var positivir og teir vóru so væl nøgdir við fundin, at teir hava gjørt av hittast aftur í morgin árini, leygardagin, at leggja eina nágreiniliga arbeiðsætlan fyri samráðingunum.
Teir hava tosað um alskyns mál og eru ikki komnir frá á nakrar snávingasteinar, ið eru so hálir, at tað ikki skuldi borið til at komið turrskøddir um teir.
Kortini hava allir flokkarnir staðfest, at teir teir hava ikki sett nøkur krøv fram og teir hava heldur ikki viðgjørt ítøkilig mál
Sostatt verður farið undir veruligu samráðingar í næstu viku og flokkarnir hava sett sær fyri at vera lidnir næsta leygardag, tá ið Løgtingsfundur skal vera.