Sera væl eydnað bátastevna í Vestmanna

Tá bátarnir høvdu lagt til bryggju í Vestmanna seinnapartin leygardagin, var av besta veðri. Tað var stilt, og sólin skein. Bátafólkið fekk suppu og bátastevnuøl og tey, ið ynsktu sær heitan kjøtmat, kundu keypa sær vælumtóktar bátastevnubúffar. Umborð á bátunum tendraðu tey livandi ljós og bjóðaðu umborð til føroyskan viðskera og okkurt leskandi

Bátastevna

 

Líka so sjaskut, sum veðrið var, tá bátarnir, ið komu sunnaneftir, stevndu norður gjøgnum Hestfjørð leygardagin, líka so gott var veðrið í Vestmanna, tá teir løgdu til bryggju um 16-tíðina hendan stevnudagin.

Hann var høgur í ættini, og rættiliga sjaskut var í Hestfirði, tá bátar, sum vóru farnir út í Hest kvøldið fyri, loystu aftur haðani og stevndu norður í Vestmannasund. Tíðliga seinnapartin leygardagin skuldu teir møtast við Fútaklett og síðan saman stevna inn á Vestmanna.

 

Súpan og øl

Jóngerð Nielsen, forkvinna í VÍF, sigur, at tað vóru ikki allir bátarnir, sum vóru farnir út í Hest, ið hættaðu sær norður í Vestmannasund leygardagin. Tískil fóru nakrir bátar suður um aftur Kirkjubønes og aftur til Havnar og onkrir bátar, sum vóru farnir úr Vestmanna ávegis út í Hest, komu eisini heim aftur, tí líkindini vóru so vánalig.

- Soleiðis, sum líkindini vóru við høgættarvindi suður ígjøgnum Vestmannasund og hørðum ráki í Hestfirði og í sundinum, kunnu vit ikki annað enn vera væl nøgd við undirtøkuna og bátatalið, sum leygardagin stevndi inn á Vestmanna.

Hon sigur, at talið av bátum var millum 120 og 130, og tað eru tey sera væl nøgd við.

- Tá allir bátarnir høvdu lagt til bryggju, varð skipað fyri bjargingarroynd, har nýggi bjargingarbáturin eisini varð royndur

Eftir bjargingarroyndina fingu bátafólkini súpan, og tá fingu tey eisini eina sonevnda bátastevnuøl afturvið. Hetta er ein øl, ið hevur somu styrki sum veðrur, men sum hevur eina serstaka etikett, ið skiftandi verður stuðlað av feløgunum í Vestmanna, ið sigla við ferðafólki undir Vestmannabjørgunum og aðrastaðni.

Jóngerð sigur, at tey eisini hava latið hesa ølina selja í vikuni undan stevnuni í søluni hjá Føroya Bjóri í Havn, og sum skilst, hevur sølan gingið væl.

 

Serstakur hugni

- Í fjør seldu vit eisini sonevndu bátastevnubúffarnar, men tá viðraði so mikið illa, at tiltakið, sum krevur hampiliga gott og turt veður, eydnaðist ikki so væl, sum vit høvdu ynskt okkum. Hesaferð gekst nógv betur, og búffarnir gingu sum heitt breyð í besta summarveðri.

Forkvinnan í VÍF sigur, at tey høvdu sett upp borð og stólar, so tey mongu, sum vildu njóta ein góðan stevnubúff, kundu seta seg niður at njóta mat og leskandi.

- Tað setti eisini sín serstaka dám á bryggjuøkið, tá Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall spældu tónleik og sungu fyri bátafólkinum og øðrum, sum leitaðu sær oman á bryggjuna hesa løtu.

Jóngerð sigur, at sum kvøldið leið, var eisini ein serstakur hugni fram við økinum, har bátarnir lógu.

- Bátafólkini høvdu livandi ljós á bátunum, og tey bjóðaðu umborð til føroyskan mat og kanska okkurt leskandi.

Seinni um kvøldið skipaði Vestmanna kommuna fyri fýrverki, sum eisini eydnaðist væl, hóast tað var heldur ljóst í veðrinum, tá fýrverkið varð skotið.

 

Dagurin ásettur

- Vit vóru sera heppin við veðrinum, og tað er so ógvuliga umráðandi, um ein slík stevna skal eydnast til fulnar, sigur forkvinnan í VÍF.

Hon leggur aftrat, at nógv fólk var í Vestmanna, sum leygarkvøldið leið, og í dansinum í ítróttarhøllini um kvøldið og út á náttina var fullsett, 800 fólk. Tað vóru bólkarnir, Thunderbirds og Vestmenn, sum syrgdu fyri tónleikinum og sanginum í ítróttarhøllini.

- Vit fara nú at hyggja at, hvussu bátastevnan hevur vignast, men vit hava longu sett dagin á, tá stevnan verður komandi ár. Stevnudagurin er settur til 24. mai, og vit gleða okkum til at taka táttin uppaftur um eitt ár, sigur ein sera væl nøgd forkvinna í VÍF, Jóngerð Nielsen.