Sera tøtt kvinnu kapping

Á Norðoyastevnu var tað Gongurólvur, sum vann kappingina millum kvinnubátarnar. Tá var kappingin stór við Sølmund.

Í dag eydnaðist tað aftur Gongurólvi at vinna. Hesa ferð kappaðust kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag við Páll Fanga, sum legði sera bragdliga fyri.

Í endaspurtinum var munurin lítil og eingin. Gongurólvur var bara lítlan skut frammanfyri Páll Fanga.

Sølmundur, sum var næstfremstur á Norðoyastevu, var hálva bátslongd aftanfyri Páll Fanga, og so var leyst aftur til hinar bátarnar.

 

6 mannafør kvinnur

1 Gongurólvur 05:23.03

2 Páll Fangi 05:23.17

3 Sølmundur 05:25.03

4 Jarnbardur 05:29.10

5 Hvessingur 05:33.03

6 Romvlvs 05:36.10

 

Støðan í FM

1 Gongurólvur 14

2 Páll Fangi 11

3 Sølmundur 11

4 Hvessingur 7

5 Jarnbardur 7

6 Romvlvs 4