Sera lítið av toski á Føroyabanka

Magnus Heinason hevur gjørt kanningar toska-, hýsu- og upsastovnunum.

Mánadagin kom havrannsóknarskipið Magnus Heinason aftur av Føroyabanka, har skipið hevur kannað støðuna hjá toska-, hýsu- og upsastovnunum.


Talan var um triðja túrin av yvirlitstrolingum á heysti í ár. Endamálið við hesum túrinum var at fáa tilfari til vega, ið skal nýtast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa.


Millum teir upplýsingarnar, ið vórða skrásettar á túrinum, eru veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning.


Kanningarnar hjá havrannsóknarskipinum vísa, at toskastovnurin enn er sera lítil. Í 29 hálum fekk skipið einans 37 toskar. Tað eru sjey toskar færri enn skipið fekk í fjør. Harumframt fekk skipið eisini minni av hýsu í ár enn í fjør.


Havstovan staðfestir tó, at meira er til av upsa enn fjør, umframt at magakanningar vísa, at tað var nakað til av bæði smáari og stórari nebbasild.