Skúlastýrisvalið verður 25. mai og allir skúlarnir hava nú havt uppstillingarfundir. Ella tað vil siga allir teir skúlarnir, har fólk møttu upp.
Sum Sosialurin skilir so var eitt nú ongin fundur á Eysturskúlanum í Havn vegna onga uppmøting. Og aðrir skúlar, sum vit hava tosað við , boða allir frá sera lítlari undirtøku.
Á skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík vóru einans átta foreldur til fundin. Tað ganga gott 400 næmingar á skúlanum.
Asbjørn Lómaklett skúlastjóri, sigur seg ikki vita, hvør orsøkin fyri lítla áhuganum er. Men hann vónar, at fleiri valevni fara at vísa seg, so at sleppast kann undan tí mannagond, har valnevndin fer inn og velur foreldur í stýrið.
? Tá kunnu foreldrini ikki sleppa sær undan, men tað er absolutt ikki tann besti hátturin, sigur Asbjørn Lómaklett.
Um 140 foreldur hava skrásett seg til skúlastýrisvalið í skúlanum á Ziskatrøð. Eisini í skúlanum við Ósánna var lítil uppmøting til uppstillingarfundin. Símun Petur Hjelm, skúlastjóri, sigur, at tey hava fingið fimm valevni á tveir listar, men hann vónar, at tað koma fleiri.
Á felagsskúlanum á Oyrabakka og í Tórshavnar kommunu skúla er støðan ikki øðrvísi. Sera lítil uppmøting til fundirnar, men báðir skúlastjórarnir eru tó bjartskygdir um sjálvt valið kortini.
Skúlastjórin á Oyrabakka setur fyrst og fremst spurnartekin við endamálið við einum tílíkum uppstillingarfundi, og tað sama ger skúlastjórin í Kommunuskúlanum.
? Foreldrini hava fingið bræv sendandi, og tað sum fyriferst á uppstillingarfundinum er snøgt sagt ein endurtøka av tí, sum stendur í brævinum, sigur skúlastjórin í Kommunskúlanum.
Á Oyrabakka eru góð 40 % av foreldrunum nú skrásett, og tað koma alsamt fleiri inn. Í Kommunuskúlanum eru um 150 av teimum knapt 600 skrásett, og Hanus Joensen væntar enn fleiri.
? Foreldur skráseta seg leypandi, so tað fer nokk at verða á einari leið, tá freistin er endaliga úti, væntar Hanus.
Felags fyri allar skúlarnar er ein munandi afturgongd í undirtøkuni fyri valinum, sum nú sær út. Men freistin fyri at skráseta seg og fyri at vallistarnir skulu verða inni er 18. mai. Sjálvt valið verður tann 25. mai.









