Tá umleið helmingurin av atkvøðunum vórðu taldar eftir valið í Finnlandi í dag hevur Savningarflokkurin higartiln fingið 20,6 pfrosent av atvkøðunum.
Tað sama hevur Javnaðarflokkurin, sum er flokkurin hjá forsætisráðfrúni, Sanna Marin. Fyribils uppteljingin gevur eisini stjórnarflokkinum 20,6 prosent sambært finska sjónvarpinum Yle.
Nógv tær flestu av atkvøðunum, sum higartil eru taldar, eru brævatkvøður.
Triðstørsti flokkur á valinum sær út til at gerast Sannir Finnar. Sambær Yle hevur flokkurin í fyribils uppteljingini fingið 18,6 prosent.
Tølilni eru fyribils, og tað kunnu broytast, so hvørt sum fleiri atkøvður verða taldar.
– Tað er veruliga spennandi, men tað er ov tíðliga at greina fyrstu tølini, tí tey snúgva seg um brævatkvøður, sigur Göran Djupsund, professari emiritus í statsvísindum við Åbo Akademi, við tíðindastovuna TT.
Hann leggur afturat, at tað sær út itl, at tað serliga eru veljara úti á bygd, sum atkvøða við brævi.
Við Yle vísir Thomas Karv, greinari, á, at tær nógvu brævatkvøðurnar merkja, at alt enn er eins óvist sum fyri valið.
– Tað eru nógvar atkvøður eftir at telja. Vit vita ikki, í hvørjum býum, talt verða flestar atkvøður. Tað fer at broyta seg nógv afturat, metir hann.
Men tað er lagt upp til framgongd fyri allar teir stóru flokkarnar.
Sanna Marin sigur á valveitsluni hjá Javnjaðarflokkinum, at hon er optimstur.
– Síðani í morgun havi eg havt eina kenslu av, at Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur í Finnlandi, sigur hon sambært Hufvudstadsbladet.
Formaurin í Savningarflokkinum, Petteri Orpo, heldur hinvegin, at »veljararnir vilja hava broyting«, sigur hann við blaðið.
Ein kanning á valstøðum, sum miðilin MTV hevur gjørt, gevur Javnaðarflokkinum eina lítla leiðslu upp á 20,2 prosent. Savningarflokkurin fær 19,9 og Sannir Finnar 18,9 prosent, skrivar TT.
Veljarakanningar undan valinum høvdu spátt, at tað vóru at vera ógvuliga javnt millum teir tríggjar stóru flokkarnar.
/ritzau/