Sera javnt í Florida

Nú er sera lítil munur ímillum Barack Obama, forseta og republikanska avbjóðaran, Mitt Romney, í tí týdningarmikla statinum Florida. Eftir einari nýggjari meiningakanning hjá CNC og ORC ætla 49 prosent av velja Romney og 48 prosent Obama.

Við sínum 29 valmonnum er Florida ein av teimum týdningarmestu statunum, og sum so ofta fyrr er tað sera stutt ímillum valevnini har.

Mánadagin verður tann triði og seinasti sjónvarpsdysturin ímillum Obama og Romney, og hann verður júst í Florida. Tá skulu teir kjakast um uttanríkismál.