Í morgun er bæði klárt og gott veður, og útsýnið er víða um landið. Slíkt veður kundi fingið onkran at farið út og tikið flottar heystmyndir.
Men, løgreglan sigur í morgun, at tað er sera hált á Oyggjarvegnum, og tey fráráða fólk at koyra hendavegin, soleiðis sum koyrilíkindini eru.
Løgreglan hevur júst fingið at vita, at tað er svarthálka á Oyggjarvegnum, og her er snøgt sagt ikki koyrandi í løtuni.
Onkur bilur er eisini farin út av vegnum, men her er tíbetur eingin skaði.
- Vit fráráða fólki, soleiðis sum koyrilíkindini eru í løtuni, at koyra eftir Oyggjarvegnum.
Lagt verður aftrat, at fleiri bilførarar hava ringt til løgregluna í morgun og hava boðað frá, at tað er sera hált, men at hálkan sæst ikki á vegum.
- Tí er tað beinleiðis hættisligt at fara á Oyggjarvegin í løtuni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.