Í fimtan mánaðir hevur verksmiðjuskipið Norðborg fiskað fyri sama virðið, sum skipið kostaði at smíða - ella einar 250 miljónir krónur. Norðborg fór á fyrsta túrin sum nýbygningur hin 3. juni í fjør og fiskaði í 2009 fyri út við 100 miljónir krónur. Higartil í ár hevur skipið fiskað fyri einar 150 miljónir krónur.
Hetta gevur soleiðis 250 miljónir krónur tilsamans, ið er sama krónutal, sum skipið kostaði at smíða.
Samlaði hýruparturin bara í ár er einar 50 miljónir krónur, og ein so stórur hýrupartur sæst heilt sikkurt aftur í nærumhvørvinum og í samfelagnum sum heild.
Føroyski nótaflotin fer eftir øllum at døma at hava eitt sera gott ár í ár, hvat veiðivirði viðvíkur.
Orsøkin er í fyrsta lagi økta makrelkvotan og góða veiðan, sum verið hevur eftir makreli. Hvørjar avleiðingarnar á hinari síðuni verða av, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í ár tók Føroyar burturúr strandalandasamstarvinum um makrel, veit eingin í løtuni.
Jón Rasmussen, sum í skifti við beiggja sín, Boga Rasmussen, førir verksmiðjuskipið Norðborg, dylur ikki, at teir hava gjørt eitt rimmar ár higartil í ár.
- Árið hjá okkum hevur roynst sera væl, sigur hann.
Við Norðborg hvønn túrin eru umleið 30 mans og við tí manningarskifti, sum er, eru einir 55 mans knýttir fast at skipinum. Tó hava fleiri enn hesir 55 menninir verið við, tá eitt árið er umliðið.
Jón Rasmussen væntar, at gjøgnum eitt heilt ár munnu einir 70 mans við avloysarum hava verið umborð á Norðborg.