Sera góðar royndir av starvslesandi

Fyri aðru ferð skal Føroyska Samráðingartoymið hava starvslesandi at hjálpa sær.

Fiskimálaráðið søkir nú eftir starvslesandi til samráðingartoymið, sum stendur fyri samráðingunum við fremmand lond um fiskiveiðirættindi.

 

Herluf Sigvaldsson, sum stendur á odda fyri samráðingartoyminum, sigur, at seinasta heyst gjørdu tey ta fyrstu royndina við at hava starvslesandi. Hetta eydnaðist sera væl. Tørvurin er stórur at halda fram við skipanini, og tí er avgjørt at royna hana aftur, sigur hann.

 

Starvsvenjingartíðin er eitt hálvt ár. Størvini eru ólønt, men Fiskimálaráðið letur ein mánaðarligan stuðul til bústaðarútreiðslur, eins og tað ber til at søkja um ferðastuðul frá Studna. Vanliga ber eisini til at fáa útbúgvingarstuðul, umframt at samsýning verður latin eftir nøktandi starvsvenjing, stendur millum annað í lýsingini hjá Fiskimálaráðnum.