Sera góður fiskiskapur á Flemish Kap

Føroysku frystilínuskipini á Flemish Kap hava verið inni og landað, og væntandi koma fleiri ísfiskalínuskip, sum fiska um okkara leiðir, inn at landa.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip koma inn at landa í næstu viku. Skipini hava eina blanding av toski, longu, brosmu og hýsu.

 

- Línuskipini royna bæði á Íslandsrygginum, á djúpum vatni og inni á landgrunninum. Okkurt línuskip er nýliga byrjað túr og kemur tí neyvan inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Føroysku frystilínuskipini, sum fiska á Flemish Kap, hava verið inni og landað. Fiskurin verður í bingjum sendur heim til Føroya. Fiskiskapurin á Flemish Kap hevur higartil verið sera góður.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður, men veðrið verður ikki gott fyrst í vikuni sum kemur, men helst batnar veðrið, sum vikan gongur.

 

- Vit vænta, at útróðrarbátarnir fara at gera nakrar túrar í næstu viku, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er brúkiligur í løtuni, verður lagt aftrat.