Sera framkomið kryvjivirki í Sørvági

Nýggja kryvjivirkið, sum P/f Luna hevur bygt í Sørvági, er nú byrjað at kryvja laks.

Virkið er sera framkomið, snøkt og arbeiðsgongdin er løtt. Tað arbeiða 18 fólk í kryvjingini. Á virkinum verða kruvd uml. 30 tons um dagin, men Óli Hansen, virkisleiðari, sigur at framleiðslan kann tvifaldast uttan tær stóru íløgurnar.

P/f Luna hevur aliloyvir á Gøtuvág, Sandavági/Miðvági og á Sørvági, smoltini til alistøðinar koma øll frá smoltstøðini á Fútakletti. Væntandi fer ársframleiðslan hjá Luna at liggja um eini 6000 tons, tað skuldi givið arbeiði til hvønn dag í árinum á nýggja kryvjivirkinum.

Óli Hansen virkisleiðari sigur, at hann er sera væl nøgdur við nýggja kryvjivirkið.