Sera einfalt at fáa javnstøðu á tingi

Oddagrein:

Luttøkan hjá kvinnum í politikki hevur verið nógv á breddanum tað sum farið er av hesum árinum. Í síðsta mánaði vitjaði íslendsk altingskvinna Norrønafelagið, og nýtti hon høvi at greiða frá tilgongdini í Íslandi, har tey høvdu serlig átøk í nítiárunum til tess at vinna fleiri kvinnum umboðan í politikki.

Í eini gallupkanning eru fólk eisini spurd, hvørt ein nýggj valskipan - umframt at tryggja ávísum økjum í landinum umboðan - eisini skal tryggja kvinnum sæti á tingi. Ljóðar so lætt, kunnu vit siga. Men tað er valla hugsandi, at Føroyar sum fyrsta og einasta land í heiminum fer at gera eina serskipan, sum tryggjar kvinnum - ella rættari báðum kynunum - sæti í landsins parlamenti. Men hvussu skulu vit so skapa størri javnstøðu í okkara politisku skipanum?

Jú, tað er lætt nokk. Tað nýtast ongar serskipanir við kynskvoteringum í vallógum. Ynskja føroysku flokkarnir, at kvinnur og menn skulu verða javnt umboðað á tingi, í bý- og bygdarráðum og annars allastaðni, har fólk verða kosin at umboða demokratisku Føroyar, so er bara at gera av, at soleiðis skal tað verða. Trupulleikin er ikki størri enn so, at um nú Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal gera upp við seg sjálvar, at »okkara flokkur skal hava javna umboðan av báðum kynum«, so er trupulleikin loystur.

Men at geva kvinnum vald, tað er tað sama sum at taka vald frá monnum. Og tað kann vera trupult. Tað megna menninir, sum sita við valdið í øllum førum ikki. At sæta sær í politikki treytar eisini, at tú mást halda øðrum burtur. Tí er politikkur ofta skitin og óbehagiligur, vinir gerast fíggindar, og trúgvir floksfelagar skifta flokk. Í politikki eru mangir innanhýsisdystir, sum einki hava við hugsjón at gera, men sum snúgva seg um vald - persónligt vald.

At siga, at kvinnur tíma ikki at velja kvinnur, tað er nakað tvætl. Og hví skulu kvinnur velja kvinnur? Hví kunnu menn ikki velja kvinnur, tá kvinnur velja menn?

Vit hava seks politiskar organisatiónir í Føroyum: Tveir smærri flokkar og fýra størri flokkar. Tey sum ráða fyri borgum í hesum flokkum, tey gera eisini av, um kvinnur skulu hava javnbjóðis rætt til at umboða demokratiið, sum menn. So einfalt er tað.