Sera Chaplinskt

Ovfarandi er ikki nøktandi orð at lýsa ósjónliga sirkussið hjá Victoria Chaplin og Jean-Babtiste Thierrée, sum tók øll á bóli í Norðurlandahúsinum mikukvøldið. Og í tí løgna endanum tóku áskoðararnir eisini sirkusparið á bóli.

Allur salurin reistist í berum ovfarni og gav sirkusparinum standandi lógvabrestir, meðan tey bæði Victoria Chaplin og Jean-Babtiste Thierrée fyrst bukkaðu og so annars hildu fram við at ovfara við nýggjum smáum sirkusinnsløgum. Eitt, tvey og seks ella sjey nýggj smá innsløg á pallinum bleiv tað til, alt meðan fólk stóðu uppi og klappaðu.
So bleiv salurin eitt sindur ljósari, og áðrenn nakar visti av, vóru hálvtrýss børn farin av sínum plássi og inn á pallin, har tey jagstraðu dunnur og eina yvirvaksna kanin.
Men framførslan var ikki liðug enn. Aftan fyri leiktjøldini stóðu Victoria Chaplin og Jean-Babtiste Thierrée og fyrireikaðu seg til stóru finaluna, men hon kom ongantíð. Tí tey (kanska í so) framligu føroysku børnini kundu ikki bíða longur eftir at sleppa at hitta sirkusdjórini andlit til andlit, og tey (kanska í so) passivu foreldrini fingu seg ikki til at steðga teimum.
 
Øll bilsin
Tað var stórt spell, tí hóast framførslan vardi í yvir tveir tímar, so hungraði yvirritaði eftir meir, og tað gjørdu nógv onnur eisini. Áskoðararnir í salinum vóru ovfarin av at man kann gerast so ovfarin so ofta, og í gjáramorgunin kundu listastevnufyrireikararnir siga frá um at onkur av áskoðarunum beinanvegin hevði tryggja sær atgongumerki aftur til næstu sýning.
Sambært Listastevnufyrireikarunum gjørdust Chaplin og Thierrée ógvuliga ovfarin av at føroysku børnini vóru so... framlig. Men tey vóru hvørki firtin ella ónøgd, bara ovfarin, bilsin og paff, sum restin av fólkinum í Norðurlandahúsinum hetta løgna kvøld.
 
Hvat er hatta mamma?
Hvat ósjónliga sirkusið, ella Le Cirque Invisible? er, er ikki so lætt at greiða frá. Onkuntíð er tað vanligt sirkus við klovni og línudansara, onkuntíð gandakynstur fyri børn, og so kemur knappliga okkurt heilt annað, sum vekir tankar til lívs og drepur øll fyrivarni, so tú ikki kanst annað enn at gapa og svølgja øllum rátt, sum Chaplin og Thierrée skapa á pallinum.
Spurningurin ?Hvat er hatta fyri nakað mamma?? man hava verið sagdur við undrandi rødd fleiri túsund ferðir í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, tí hann hoyrdist sum ein støðugur undirtóni ígjøgnum alla framførsluna. Og løgi var tað. Meginparturin av áskoðarafjøldini vóru barnafamiljur, og meðan børnini stuttleikaðu seg óført tá sirkusparið gandaði við kaninum, dunnum og dúgvum, sótu tey sum í einari fremmandari verð tá pallframførslan knappliga gjørdist ómetaliga løgin og hugtakandi. Og á sín egna sermerkta hátt, stuttlig. Chaplinsk.