Smápartafelagið Fjølvinna við Kára Durhuus hevur eftir øllum at døma fingið fríar teymar at selja senditíð í almenna Kringvarpinum til hægstbjóðandi. Fjølvinna hevur gjørt sáttmála við Kringvarpið um at standa fyri nýggjárssendingini í almenna sjónvarpinum. Sáttmálin varð undirskrivaður 23. desember, uttan at uppgávan er bjóðað út.
Millum tey, sum fegin vilja gjalda pengar aftur fyri umrøðu í almenna sjónvarpinum, eru borgarstjórarnir í størstu og næststørstu kommununum í landinum, sum báðir vilja brúka nakrar skattakrónur til at profilera sín bý.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, váttar at hansara kommuna rindar sp/f Fjølvinna 60.000 krónur aftur fyri senditíð í almenna sjónvarpinum.
- Vit vilja fegin seta fokus á Klaksvík og okkara mentan. Kommunan skipar fyri einum stórum nýggjárstiltaki við posthúsið mitt í býnum, og hetta vilja vit fegin vísa øllum føroya fólki, sigur Jógvan Skorheim.
Sáttmálin millum Klaksvíkar Kommunu og sp/f Fjølvinna skuldi ætlandi undirskrivast millum jólanna.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, váttar at hansara kommuna rindar sp/f Fjølvinna 50.000 krónur aftur fyri senditíð.
- Vit síggja tað ikki sum stuðul til sendingina, men heldur sum eitt lýsingarátak fyri kommununa, sigur Heðin Mortensen.
Aftur fyri pengarnar fáa borgarstjórarnir í størstu og næststørstu kommunu jaliga umrøðu av sínum býum í almenna sjónvarpinum. Meira ivasamt er tó, hvat teir borgarstjórar, borgarar og hyggjarar annars fáa, sum ikki gjalda nakað í pengakassan hjá endurstovnaða sp/f Fjølvinnu.
Kringvarpið, sum sambært sáttmálanum við sp/f Fjølvinna hevur ”redaktionellu ábyrgdina av nýggjárssendingini”, hevur higartil einki upplýst um, hvør rindar hvat fyri at sleppa við í sjónvarpssendingina nýggjársaftan.