Fótbóltur
Tað er einki at siga til, at hyggjarar kring alt Europa sótu kleindir at skíggjanum leygardagin. Ikki færri enn 19 landsdystur í EM-undankappingini vóru á skránni, og í nógvum av bólkunum er støðan í løtuni tann, at lið antin eru um at skræða seg leys í oddinum, ella hinvegin eru um at koppa í oddastríðnum, soleiðis at dreymurin luttøku í komandi EM-undankappingini tykist vera í vanda.
Slovenar í góðari støðu
Í bólki eitt eru tað ikki óvæntað verandi europeisku meistararnir úr Fraklandi, sum hava lagt seg trygt á odda. Liðið vann skjótt á skelkinum, sum tað var, at blíva sent somikið tíðliga úr HM, og higartil er tað vorðið talan um fimm sigrar í teimum fimm dystunum, sum teir hava spælt.
Frakland hevði tó frí hetta umfarið, og tí var størsti spenningurin helst um, hvussu tað mundi fara at gangast millum Ísrael og føroysku kenningarnar úr Slovenia. Her hevur Slovenia higartil hildið fast um góðu gongdina, sum hevur eyðkent liðið seinnu árini, og við mál leysa javnleikinum megnaðu teir at halda fast um annað plássið, sum gevur teimum atgongd til play-off dystirnar. Av trygdarávum varð dysturin leiktur í Ankara, og frá fyrsta bríksli royndu ísraelsmenn at trýsta slovensku mótstøðuna. Serliga í fyrra hálvleiki var heimaliðið fleiri ferðir nær við at skora, men slovenar megnaðu at halda tætt, og við einum heimadysti móti Ísrael eftir, tykjast møguleikarnir hjá Slovenia fyri play-off dystunum at vera stórir. Ikki minst tí slovenar aloftast hava fingið sera góð úrslit á heimavøllinum í Ljubliana.
Á Malta leiktu tær báðar smáu tjóðirnar í bólkinum, Malta og Cypern, og her vóru tað gestirnir, sum drógu longra stráðið.
Danir vunnu brøðraslagið
Í Danmark var spenningurin undan dystinum móti grannunum úr Noreg stórur. Ikki minst tóktist stóru donsku bløðini at gera nógv burtur, og hóast nakrir normenn høvdu hug at ilskast inn á mátan, sum hetta varð gjørt uppá, so mundi tað kortini ikki búgva so nógv ilt undir hesum.
Tá tað kom til sjálvan dystin, so skuldi tað vísa seg, at danir kanska ikki høvdu so nógv at vera bangnir, tí frá fyrsta bríksli var tað heimaliðið, sum stýrdi. Tað hoyrir so eisini við til søguna, at hetta mundi vera ein besti dysturin hjá Danmark í longri tíð, og skal nakað mótmæli gerast ímóti úrslitinum, so má tað vera, at sigurin var alt ov lítil. Jesper Grønkjær syrgdi fyri einasta málinum eftir smáum fimm minuttum, men danir høvdu hópin av øðrum møguleikum, sum tó ikki vórðu umsettir til mál.
Danmark er nú á odda í bólkinum, og á pappírinum eru teir eisini teir, sum hava bestu møguleikarnar við eitt nú heimadyst móti Rumenia eftir.
Júst Rumenia, sum annars hevur havt tað sera trupult hesa undankappingina, fekk eitt sindur av glið á, tá teir á heimavølli spældu móti Bosnia-Herzegovina. Fyrra umfarioð endaði málleyst, men tá Adrian Mutu hevði opnað fyri málskjótingini, tóktist alt at vera avgjørt. Spenningurin helt sær tó leingi, men fáar minuttir fyri leiklok kundi Ganea senda bóltin í kassan.
Og so er EM-vónin hjá Rumenia aftur tendrað. Men tað verður tó hart. Mikudagin fellur kanska avgerðin í so máta, tá Rumenia vitjar í Noreg. Danmark spælir tá í Luksemburg móti Allan Simonsen og hansara monnum, sum enn ikki hava skotið mál undir nýggja venjaranum.
Met hjá Kluivert
Í bólki trý eru tað Holland og Kekkia, sum stríðast um oddasessin. Her fekk Holland ein lítlan fyrimun leygardagin, tí meðan Kekkia helt frí og fyrireikaði seg til dystin móti Moldova, nýtti Holland dagin at vinna týdningarmiklan 2-0 útisigur á Hvítarusslandi.
Tað er einki at ivast í, at mest glitrandi stjørnan á hollendska álopshimmalinum í løtuni er Ruud van Niistelroy, men tað var tó ikki hann, sum tók yvirskriftirnar leygardagin. Tað var hinvegin Patrick Kluivert, sum í dag spælir í Barcelona. Við sínum landsliðsmáli nummar 38 tók hann nevnliga gamla metið hjá Dennis Bergkamp, og tá hetta samstundis var næsta málið í dystinum, setti hann allan iva um úrslitið til viks.
Annars helt Eysturríki fast í veiku vónini um, at teir kanska kunnu gera onkrar skreytir, men tað er tó ivasamt, um 2-0 sigurin á Moldova hjálpir teimum í nógvum øðrum, enn at halda sær á triðja plássinum í bólkinum.
Hat-trick úr Brøndby
Liðfelagin hjá Jón Róa Jacobsen var stóri maðurin í Svøríki um vikuskiftið. Mattias Jonsson var maðurin aftan fyri ikki færri enn trimum av svensku málunum, tá San Marino fekk av at vita. Hini málini hjá svium skutu Marcus Allback (2) og Fredrik Ljungberg og hetta var nóg mikið til skumpa Svøríki eitt stórt fet framá í í bólki fýra.
Her hava tað annars verið letlendingar, sum hava tikið alt og øll á bóli, og tað var eisini um reppið, at teri fingu økt um frástøðuna til Svøríki og Ungarn. Í Budapest megnaði Letland nevnliga at leggja seg á odda í dystinum móti Ungarn, men í seinna hálvleiki koppaði alt tó á høvdið.
Stóra vónbrotið í bólkinum hevur higartil verið Póland, og tí eru trý stig av altavgerandi týdningi, tá teir vitja í Svøríki mikudagin. Samstundis vitjar Ungarn í San Marina, har trý stig helst eru væntandi, so fyri Svøríki er talan eisini um sera týðandi dyst, sum kann senda teir upp á liðina á Letlandi í oddastríðnum í bólkinum.
Sensatión í Spania
Teir báðir dystirnir í bólki fimm verða lýstir nærri aðra staðni í blaðnum. Ístaðin fara vit beinleiðis til sætta bólkin, har sonn málveitsla var í Kiev, tá Armenia var á vitjan. Armenia megnaði eisini fleiri ferðir at skelka heimaliðið, men við tveimum málum megnaði stóra stjørnan á liðnum, Shevchenko tó at tryggja Ukraina sigurin.
Tað var tað ikki nøkur av sponsku stjørnunum, sum kundi gera honum eftir, tá Spania hitti Grikkaland. Fullkomuliga óvæntað eydnaðist nevnliga Grikkalandi at vinna, men at siga at sigurin var uppiborin, er kanska at taka ov rívan til. Spania royndi av øllum alvi at trýsta, men tað eydnaðist teimum bara ikki at fáa avgerandi skotið á, og tá Giannakopoulis so beint fyri steðgin fekk lagt gestirnar framum, stóð av álvara nógv á. Støðan broyttist ikki pettið eftir steðgin, og soleiðis kom munandi meira spenningur í bólkin, har tað nú bert er eitt stig, sum skilir tey trý oddaliðini.
Ongland bíðar
Enskur fótbóltur hevur vanliga stóran áhuga í Føroyum, men her mugu hyggjararnir so brynja seg við toli, tí tað verður ikki fyrr enn mikukvøldið, at onglendingar skulu royna seg.
Tá kemur Slovakia á vitjan, og undan hesum megnaðu slovakara akkurát ikki at geva bretum eina hjálpandi hond. Turkaland vann nevnliga trupla útidystin við einsamalla málinum frá Nihat, sum varð skotið longu eftir lítlum korteri, og við hesum fingu turkar fyr fyrst lagt seg á odda í bólkinum.
Kanska kunnu turkar enntá styrkja um støðu sína mikudagin, tá teir vitja Makedonia. Makedonia hevur higartil gjørt okkurt sprellið, men 3-1 sigurin á Liktenstein var tó langt ífrá so sannførandi, sum fleiri av viðhaldsfólkunum høvdu vónað.
Bulgaria helt fast
Í bólki átta hevur Bulgaria verið liðið, sum hevur lagt harðast út, og tó at tað stóð nógv á móti Belgia, so hildu teir fast um oddasessin. Belgia hevði annars lagt seg á odda tvær ferðir í dystinum, men smáar tjúgu minuttir fyri leiklok eydnaðist tó Bulgarum at tryggja sær annað stigið.
Her hvur Estland annars gjørt óvæntað nógv um seg, og teir vunnul sannførandi 2-0 sigur á Andorra leygardagin. Málini komu longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og eftir hetta ikki stórvegis, sum útiliðið fekk gjørt til tess at skapa spenning í aftur.
Finnland gjørdi um seg
Spenningurin í bólki 8 hevur leingi snúð seg um, hvørt Wales møguliga ætlar at halda fast um ógvusligu framgongdina, sum liðið hevur havt seinasta árið.
Wales hevði tó frí hetta vikuskiftið, og tað gav so grannum okkara úr Finnlandi høvi at markera seg. Móti stjørnusetta Serbia-Montenegro, sum tó enn ikki hevur so gott glið á spælinum, eydnaðist Finnlandi at vinna ein sera tryggan sigur. Ein sigur, sum gevur ábendingar um, at liðið kanska kann fara at gera seg galdandi í oddastríðnum, har tey flestu tó framvegis rokna við, at Italia fer at standa seg best.
Illir sveisarar
Í seinasta bólkinum dystaðust Russland og Sveis, sum bæði vóru í bólki saman við Føroyum í seinstu undankappingini. Hesa ferð var dysturin teirra millum í Bern, og tað er einki at ivast í, at russar munnu vera teir, sum fegnast mest um stigið, sum liðini fingu í part.
Sveisarar løgdu seg annars tíðliga á odda við tveimum málum frá Alexander Frei, men eftir at russar høvdu minkað um munin, tóktist spenningur at koma í. Heimaliðið tók seg tó veruliga saman eftir steðgin, men hóast stóra yvirvág og hóast hópin av málmøguleikum, so eydnaðist teimum ikki at skora. Tað gjørdu russar hinvegin upp á eitt av teimum meira ivasomu brotsspørkunum, sum sjáldan verða dømd á útivølli. Hetta hóvaði heimaliðnum illa, og eftir dystin sóust menn mest sum kringseta spanska dómaran, men hesin helt tó framvegis fast um sítt, og úrslitið stóð sjálvandi eisini við.
Hin dytin í bólkinum vann Írland tepurt á Albania.Eftir at bæði liðini tíðliga í dystinum høvdu skotið hvør sítt mál, var tað ikki fyrr enn í seinasta minuttinum, at Írland ognaði sær sigurin, og tá var talan enntá um sjálvmál. Við hesum heldur Írland framvegis fast um trýstið á Sveis og Russlandi, og enn er so als einki avgørt í hesum bólkinum.










