Sensatión og trífalt Kyndil

Trífalt hurra fyri Kyndli. Tað má vera niðurstøðan, eftir at Kyndil í dag vann fýra fjórðingsfinalur.

Teir grønu vóru helst undirtippaðir í øllum fjórðingsfinalunum, og í seinastu fjórðingsfinaluni skuldu teir helst ikki havt nakran møguleika.

Men Jacob Jónsson, Jónleif Sólsker, Birgir Hansen, Geir Wardum, Hannis Wardum og hinir vildu tað tó øðrvísi.

Kyndil var nevnliga á odda allan dystin. Uttan at seta nakra serlia ferð á, megnaðu teir at fylgja við VÍF, sum tó í evstu løtu fekk javnað.

Í fyrra umdystinum var eisini um reppið, at Kyndil endurtók FM-sigurin á VÍF fyri fýra árum síðani. Jacob Jónsson vann sær brotskast, tá bert fá sekund vóru eftir at spæla. Eins og hann gjørdi tað í 2004 varð Jónleif Sólsker settur at skjóta, men hann misnýtti, og so varð neyðugt við enn einum umdysti.

Og her var Kyndil loksins omaná. Teir megnaðu at halda høvdinum kalt, og við 41-39 vunnu teir sær eina tí størstu føroysku hondbóltssensatiónina í fleiri ár.