Sensatión hjá AB

Saman við liðfeløgunum framdi Christian Høgni Jacobsen eitt satt bragd, tá tað í gjárkvøldið eydnaðist AB at senda FC Midtjylland úr donsku steypakappingini. Einasta málið skoraði Glenn Darlie upp á beinleiðis fríspark miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hóast FCM royndi at trýsta, so kundi AB eins væl økt um leiðsluna við onkrum av sínum kontraálopum.