Tað vóru tær undirtippaðu tjóðirnar, ið gjørdu ein vørr í fjórðingsfinalunum í HM í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark í hesum døgum. Tvær fjórðingsfinalur vóru leiktar seint seinnapartin.
Niðurlendsku hondbóltskvinnurnar eru í sínari fyrstu HM-hálvfinalu nakrantíð. Hetta gjørdist veruleiki, tá niðurlendsku kvinnurnar vunnu 28-25 á Fraklandi. Ì steðginum vóru Niðurlond á odda 15-12.
Russland var stórfavorittur ímóti Póllandi, men tá bríkslað var á seinasta sinni var støðan 21-20 til Pólland. Pólland var á odda 11-9. Bæði hjá Póllandi og hjá Niðurlondum var eingin endi á fagnaðinum.
Norska dómaraparið, Kjersti Arntsen og Guro Røen fingu tó toyggið tá dysturin var lokin. Tær høvdu dømt væl til ta seinastu løtuna. Tá sjey sekund vóru eftir var stór semja um, at Russland átti brotskast, men norsku dómararnir dømdu bert fríkast til Pólland. Viðmerkjarin hjá norska TV, Frode Scheie heldur talan verða um ein skandaludóm hjá sínum landskvinnum.