Seniorfestivalurin er festivalur fyri tey tilkomnu

Tann 16. mai klokkan 16 fer Seniorfestivalurin av bakkastokki.

Tabb 16. mai klokkan 16 fer Seniorfestivalurin av bakkastokki.

 

Sambært Tordi Niclasen, leiðara á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, so verður talan um einn hugnaligan og áhugaverdan festival, sum er ætlaður »seniorum« – ella teimum tilkomnu.

 

Tónleikararnir, sum trína fram á pall verða, sum áður kunngjørt, SPUTNIK úr Norra og okkara egnu: Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm , Alex og Kristina Bærentsen.

 

Umframt hesi luttaka eisini:

Skálafjarðar sløkkilið

Rannvá Vesturklett

Hallur Joensen

Halleluja Sofus

 og Vestmenn