Senegal millum tey 8 sterkastu

Fyrsta HM-luttøkan hjá Senegal hevur verið ein stór positiv uppliving hjá tjóðini

HM-fótbóltur

Tað var fullkomuliga óvæntað, at Senegal yvirhøvur skuldi koma so langt sum at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.
Sigurin í setunardystinum móti Fraklandi tóktist tó at seta okkurt ígongd, og síðani hevur at kalla bert gingið ein veg.
Sunnumorgunin spældu teir so 1/8-finalu móti Svøríki, og hóast svenskarar mundu metast sum lítlir favorittar at vinna dystin.
Hetta sá eisini út til at halda, tá Henrik Larsson legði Svøríki á odda, men so tók Senegal yvir, og fram til steðgin høvdu teir eitt støðugt trýst, sum tó bert kastaði eitt mál av sær.
Í seinna hálvleiki leikaði meira javnt á, og kanska hevði Svøríki eina lítla yvirvág. Tað eydnaðist tó ikki nøkrum parti at skora, og tí gjørdist talan um longda leiktíð.
Í hesari eydnaðist Henri Camara at skjóta sonevnda gylta málið, tá hann skoraði umvegis stólpan. Beint frammanunda hevði Svøriki annars havt eitt skot á stongina, so tað vóru teir so væl kendu smáu marginalarnir, sum sendu grannar okkara úr kappingini.

Svøríki-Senegal 1-2 eftir longda leiktíð. 1-1(1-1) í vanligu leiktíðini
1-0: Henrik Larsson, 11
1-1: Henri Camara, 37
1-2: Henri Camara, 104