Danski teknarin Kurt Westergaard noyddist at stytta vitjan sína í Noregi í gjár, hagar hann var farin í sambandi við, at ein barnabók, sum hann hevur gjørt tekningar til, kom út. Eftir ætlanini skuldi hann til ein betri døgurða í Oslo í gjárkvøldið, men so fekk hann at vita frá norsku trygdartænastuni, at onkur ætlaði at gera seg inn á hann.
-Eg fekk at vita, at eg skuldi fara til Danmarkar beinanvegin, og at eg skuldi siga, at eg mátti fara, tí eg var sjúkur, sigur Kurt Westergaard við norska kringvarpið NRK.
Hann sigur, at tað vóru norska trygdartænastan PST og danska trygdartænastan PET, sum í felag gjørdu av at biðja seg fara aftur til Danmarkar. Men tað hevði einki við heilsuna at gera, sigur hann.