Sendu hundarnar eftir sprittbilisti

Ein bilførari ætlaði sær bestemt ikki at lata seg kanna fyri rúsdrekkakoyring leygarmorgunin, og tók beinini upp á nakkan og goymdi seg aftanfyri ein garð. Hundarnir funni hann tó

Politi

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at tá løgreglan leygarnáttina vildi stegða einum førara og kanna hann fyri rúsdrekkakoyring, vísti tað seg sum at førari als ikki ætlaði tað sama.

Maðurin stakk av, setti bilin og rýmdi úr bilinum, fyri síðani at goyma seg aftanfyri ein garð nærhendis.

Tað vísti seg tó at vera somikið heppið, at ein av hundapatruljunum var nær við, og so vóru boð send eftir hundunum.

Hundarnir snoddaðu seg skjótt fram til tann rúsaða bilføraran og sostatt kundi staðfestast, hvør maðurin var og at hann var rúsaður og at hann hevði koyrt bilin og royndi at rýma undan løgregluni.