Síðani Muammar Gaddafi varð rikin frá valdinum í Libya, eru nógvir libyskir flóttamenn endaðir á sjúkrahúsum í Jordan og Grikkalandi av ymsum ávum.
Men allir eru ikki líka vælkomnir. Í dag kom fram, at myndugleikarnir í Jordan hava sent fimm libyskar sjúklingar av landinum, eftir at læknarnir høvdu staðfest, at teir vóru smittaðir við HIV.
-Sjúklingarnir lógu á einum sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Amman. Fríggjadagin fingu heilsumyndugleikarnir staðfest, at teir eru smittaðir við HIV, og so varð avgjørt at senda teir av landinum innan 72 tímar, sigur talsmaðurin hjá jordanska heilsumálaráðnum. Talsmaðurin legði afturat, at myndugleikarnir fara at taka tey stig, sum eru neyðug fyri at tryggja, at eingin flóttamaður úr Libya sleppur til Jordan, um hann er HIV-smittaður.