Sendistovur undir somu lon

Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland hava nú gjørt av at flyta sínar sendistovur í Reykjavík, so allar koma at húsast undir somu lon í býnum. Tað kunngjørdu uttanríkisráðharrarnir eftir ein fund í Helsinki í dag.

Embætisfólk hjá londunum hava fingið boð um at fyrireika flytingina, og tey skulu so leggja eitt tilmæli fyri ráðharrarnar, tá teir hittast aftur næsta vár.

Síðani 1999 hava londini havt sendistovur undir somu lon í týska høvuðsstaðnum, Berlin, og ætlanir eru um at gera tað sama í ymsum øðrum londum.