Sendistova í Reykjavík letur upp

Í dag letur Sendistova Føroya í Reykjavík upp, har móttøka er fyri innbodnum í býráðssalinum í íslendska høvuðsstaðnum Á móttøkuni fara Jóannes Ejdesgaard, løgmaður og Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, íslendskur uttanríkisráðharri at flyta fram røðu, og Jensina Olsen fer at spæla tónleik. Eftir móttøkuna verður sendistovan, sum liggur í Austurstræti 12, opin fyri almenninginum.

Um kvøldið skipa Norrøna Húsið í Reykjavík, Norðurlandahúsið í Føroyum og sendistovan fyri konsert í Norrøna Húsinum. Luttakarir verða Budam, Jensina Olsen og Jógvan Hansen við íslendska bólkinum Izafold.

Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

Kl. 15.00 ? 16.30 Móttøka fyri innbodnum í Býráðssalinum í Reykjavík

Kl. 17.00 ? 19.00 Opið hús í føroysku sendistovuni í Austurstræti 12, har øll eru vælkomin inn á gólvið.

Kl. 22.00 ? 01.00 Konsert í glassalinum uttanfyri Norrøna Húsið í Reykjavík.Tey, ið føra fram, eru BUDAM, Jensina Olsen og Jógvan Hansen & Izafold. (kelda: tinganes.fo)