The Houston Family Chronicles er heitið á nýggju reality sendingini, sum verður at síggja í amerikanskum sjónvarpið.
Her fáa hyggjarar møguleika at sleppa heilt nær at Houston familjuni, eins og tey áður hava við The Osbornes, Tori Spelling, Jessica Simpson og øðrum Hollywood stjørnum.
Einans tríggjar mánaðir eftir, at poppstjørnan Whitney Houston varð funnin deyð á einum hotellkamarið í Los Angeles er tað nú almannakunngjørt, at familja hennara hevur undirskrivað ein sáttmála um at vera við í einari sending, sum verður víst í USA seinni í ár. Tað vita útlendskir miðlar í dag.
Tað er Pat Houston sum er gift við beiggja Whitney, og var hennara besta vinkona og hennara familja, sum verða høvuðspersónar í sendingini.
Eisini dóttir Whitney, Bobbi Kristina og móðurin Cissy Houston vera við í sendingini. Eitt nú verður ljós varpað á hvussu Pat og Gary hava roynt at hjálpt Bobbi Kristinu víðari, eftir at mamma hennara doyði fyrr í ár.
Sendingin hevur ligið í kortunum í fleiri ár eisini áðrenn Whitney doyði. Hennara fjepparar dáma tó ikki, at sendingin verður hóast Whitney er farin, tí tey halda, at tað er ein máti hjá familjuni, at útnytta deyða Whitneys.
Pat Houston sigur tó, at tey leingið hava arbeitt við hesum, og at tað als ikki er ein ætlan, sum er stungin í kortið eftir at poppstjørnan doyði í februar.










