Sending á DR: Fyrireiking við Janus og hinum luttakarunum

Sendingin er ein upptakt til Melodi Grand Prixið, har Janus Wiberg Mortensen verður við.

Klokkan 20 í kvøld verður sendingin "De udvalgte" víst á DR 1.

 

Hetta er ein upptakt til stóra Melodi Grand Prix showið, sum verður 17. februar.

 

Í sendingini sleppur hyggjarin við afturum kulissurnar til ársins Grand Prix show. Her lærir man luttakararnar at kenna.

 

Føroyski sangarin Janus Wiberg Mortensen er ein av luttakarunum, og hann er við í sendingini "De udvalgte".

 

Sendingin er annars eisini longu nú tøk á talgilda platforminum DR TV og kann síggjast HER.