Sendikvinnan á gátt hjá borgarstjóranum

Carla Sands hitti Anniku Olsen í dag

Amerikanska sendikvinna Carla Sands hevur seinastu dagarnar verið á almennari vitjan í Føroyum, her hon hevur møtt politikarum, vinnulívsfólkum og fyritøkum.


Í dag var hon millum annað á gátt hjá Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, har tær báðar skiftu orð um ymisk viðurskiftir í høvuðsstaðarkommununi.


- Sendikvinnan var serliga áhugað í at hoyra um virksemi og útbyggingar í Tórshavnar kommunu, og borgarstjórin greiddi henni frá um skúlabyggingina á Fløtum, havnaútbyggingina hjá Tórshavnar Havn og vaksandi virksemi innan byggivinnuna, sum krevur alsamt meir arbeiðsorku uttanífrá, skrivar torshavn.fo.


Upplýst verður eisini, at borgarstjórin og sendikvinnan umrøddu møguleikarnar fyri samstarvi millum Tórshavnar kommunu og amerikanskar kommunur í mun til lesandi og teirra møguleikar fyri at vera gestalesandi í Føroyum og USA.