- Tá jólaskipið “Sauternes” sakk í Fugloyarfirði hin 7. desember í 1941, sjólótust allir 19 av manningini, og bert seks vórðu funnir aftur. Hesir seks eru allir grivnir í kirkjugarðinum við Skúlan á Ziskatrøð í Klaksvík.
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
Týsdagin í vikuni var bretska sendikvinnan í Danmark, Joëlle Jenny, á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, tók ímóti henni saman við John Færø, virkandi kommunustjóra, og Annu Mariu Joensen, stjórnarfyrisitara.
- Commonwealth War Graves Commission (CWGC) hevur til endamáls at tryggja, at 1,7 milliónir menniskju, sum doyðu í teimum báðum heimsbardøgunum, ongantíð verða gloymd.
Á heimasíðuni hjá CWGC verður upplýst, at tey minnast krígsofrini við eitt nú at byggja og viðlíkahalda kirkjugarðar og minnismerki og við at varðveita skrásetingarnar av hesum.
- Umboð verða send til kirkjugarðar og minnismerki á 23.000 ymiskum plássum í 153 londum.
CWGC upplýsir, at teirra virðir og málsetningar, sum vórðu ásett í 1917, eru líka so viðkomandi nú, sum tey vóru fyri meir enn 100 árum síðan.
Á heimasíðuni verður víst á, at ein partur av virkseminum hjá CWGC eru gravirnar í kirkjugarðinum á Ziskatrøð, har teir seks av manningini umborð á jólaskipinum ”Sauternes”, sum vórðu afturfunnir, liggja grivnir.
Hesir eru: George Albert Perris, 34 ár, Richard Smith, uml. 35 ár, John Daniel McNicol, 21 ár, Robert Ross, umleið 25 ár, Peter McKenzie Cormack, 21 ár, og *ókendur maður, umleið 35 ár.
Týsdagin kom bretska sendikvinnan til Klaksvíkar, har hon fyrst vitjaði í kirkjugarðinum. Ein lítil minnisløta varð hildin fyri teimum sjólátnu, har nøkur orð vórðu borin fram, og síðan løgdu sendikvinnan og mentanarnevndarforkvinnan blómutyssi við gravirnar.
Eisini var tøgn hildin í ein minutt.
Eftir løtuna í kirkjugarðinum varð farið í Varpið, har Signhild V. Johannesen beyð ein bita.
Í Føroyum eru kirkjugarðar við falnum bretskum hermonnum - í Miðvági (14), Tórshavn (37), Klaksvík (6) og í Vági (1).
- Gravirnar verða javnan vitjaðar av almennum umboðum úr Bretlandi, siga tey á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag.