Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin. Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Sendiharri leggur Danmark undir at blanda seg í Carlsberg-mál

Lars Løkke hevur sagt russiska sendiharranum í Danmark, at hann er stúrin um viðferðina av Carlsberg í Russlandi

 

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin. Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, leggur danskar myndugleikar undir at blanda seg í revsirættarligt kanningararbeiði í Russlandi.

Tað skrivar DR.

Atfinningarnar koma, eftir at tað hósdagin kom fram, at tvey leiðandi starvsfólk hjá Baltika, sum er dóttirfelag hjá Carlsberg í Russlandi, eru handtikin fyri svik og kunnu enda í fongsli.

Í gjár var sendiharrin á fundi í uttanríkisráðnum.

Í tí sambandinum gjørdi danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen hon greitt, at tey í Danmark eru stúrin um viðferðina, sum Russland gevur Carlsberg og starvsfólkum tess.

– Tað snýr seg bæði um tjóðartøkuna hjá Russlandi av aktivum hjá Calrsberg og viðferðina av starvsfólkunum hjá felagnum í Russlandi, sigur Løkke í skrivligum svari til DR.

– Vit vænta sjálvandi, at Russland virðir vanliga viðurkend rættarprinsipp og ikki letur politisk atlit standa yvir lógini. Tað hava vit greitt sagt russiska sendiharranum nú seinnapartin, segði ráðharrin.

Sambært russiska sendiharranum, Vladimir Barbin, eru boðini frá Løkke »enn eitt prógv um«, at danskir myndugleikar »vísa traditionella juridiska nihilismu«.

Nihilisma lýsir eitt sjónarmið, sum ivast í øllum virðum.

/ritzau/

 

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin. Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix