Senda tríggjar ferðir so nógvan farm luftvegis

Higartil í ár eru 929,4 tons av farmi send umvegis Vága Floghavn. Hetta eru 634 tons meiri enn sama tíðarskeið í fjør, sum svarar til ein vøkstur uppá 217 prosent. Tað boðar Vága Floghavn frá í tíðindaskrivi í dag.

 

Samstundis heldur vøksturin í ferðafólkatalinum eisini fram. Samanborið við fyrstu sjey mánaðirnar í fjør eru næstan 21.000 fleiri fólk komin til Føroya higartil í ár. Í ár eru 221.663 fólk komin í mun til 201.035 í fjør. Hetta er ein vøkstur upp á 13 prosent.

 

Posturin, ið sendur er við flogferðslu, er áleið sama nøgd í 2018, sum í 2019. Munurin er 1 tons, ið svarar til eitt hall á 0,1 prosent.

 

- Parkeringsøkið við flogvøllin er víðkað og rúmar nú gott 800 bilum. Arbeiði við skelting og skýlið er í gongd og verður eftir ætlan liðugt í september. Fyri ferðafólkini merkir tað, at tað framyvir verður lættari at finna runt á økinum uttanfyri flogvøllin, og tá ferðafólk hava parkera bilin, er skjótari at sleppa undir tak, sigur Gudny Langgaard, stjóri.

 

Hon sigur eisini, at Vága Floghavn arbeiðir við at finna eina betri loysn til rinda fyri parkering av bilum. Nýggja loysnin verður væntandi klár at taka í brúk seinni í ár og gevur hon ferðafólkunum skjótari og lættari avgreiðslu av parkering, sigur hon.