Tað hendir seg framvegis, at børn við sálarsjúku, verða send til Danmarkar, tí at einki tilboð er til tey í Føroyum.
Tað staðfestur Almannaverkið, nú Løgtingsins Umboðsmaður hevur kannað umstøðurnar hjá børnum, sum verða løgd inn á psykatriska depilin á Landssjúkrahúsinum.
Roynt verður altíð at útvega stovnspláss í Føroyum, men tað eydnast ikki altíð. Og sum vit skrivaðu fyrr í dag, eru tað børn, sum verða noydd at verða liggjandi á psykiatriska depilin leingi eftir at viðgerðin er liðug, tí at Almannaverkið einki pláss hevur til tey.
Men Almannastovan sigur við Løgtingsins Umboðsmann, at hevur eitt barn tørv á einum tilboði, Almannaverkið ikki hevur, verður møguleikin kannaður, um Almannaverkið skal keypa eitt pláss á bústovni í Danmark.
– Orsøkin er, at eitt slíkt pláss møguliga kann fáast skjótari til vega enn at skipa nýggj tilboð í Føroyum, men tilboð um pláss í Danmark verða einans givin í samráð við sjúkling og avvarðandi, men tað eru ikki øll, sum taka av.
Almannaverkið sigur, at í løtuni hava tey tvey børn á stovni í Danmark. Men veit Almannaverkið um at pláss verða tøk í Føroyum nakað skjótt, kann tað verða óskynsamt at senda fólk av landinum, fyri síðani at taka tey heim aftur, tá ið plássið í Føroyum er tøkt.
Tá ið Almannaverkið sendur børn og ung av landinum, er tað fremsta uppgávan hjá teimum at arbeiða fram ímóti at fáa viðkomandi heim aftur til Føroya sum skjótast.
Men tey leggja eisini dent á, at fíggjarliga orkan hjá Almannaverkinum kann avmarka møguleikarnar at senda fólk av landinum.
Eftir øllum at døma er hetta púra nýtt fyri tey á Psykiatriska depilinum, tí tey siga við Løgtingsins Umboðsmann, at tey undrað seg á viðmerkingarnar frá Almannaverkinum.
– Psykiatriski depilin hevði greitt ta fatan, at Almannaverkið ikki vil senda ung á viðgerðarstøð í Danmark, og hesi seinastu árini hevur verið fullkomiliga stongt fyri at gera hetta, sigur Psykiatriski depilin.
Tey á Psykiatriska depilinum gera enn eina ferð vart við, at tey halda fast við, at hesu seinastu árini hevði tað verið ómøguligt at fáa Almannaverkið at senda nakran av teimum, sum hava verið innløgd í langa tíð á Psykiatriska deplinum, á stovn í Danmark, hóast fleiri hava søkt um tað.