Senda nú klæðir til Hvítarusslands

.

Mánadagin er seinasti dagur í hesum árinum, at Reyði Krossur Føroya tekur ímóti brúktum góðum klæðum til at senda neyðstøddum. Opið er mánakvøldið millum kl. 19 og 21 í hølunum felagsnins á Bryggjubakka 10.

Skipafelagið Føroyar hevur verið so beinasamt at seta upp bingjur við avgreiðslurnar hjá Skipafelagnum í Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri og við húsini hjá Reyðakrossi í Vágsbotni í Havn.

Undirtøkan at lata klæðir til Reyða Kross hevur verið avbera stór, ja so stór, at felagskapurin hevur havt trupulleikar við at taka ímóti og skilja klæðini. Orka hevur ikki verið til at hava móttøk á Sandoyni og í Vágum, men tað er ætlanin at bøta um til komandi ár, tí tá hetta móttøkuumfarið e av, verður ikki tikið ímóti klæðum aftur fyrr enn eftir ársskiftið.

Tá bingjurnar koma til Havnar úr Klaksvík, Runavík og av Tvøroyri, vónar Reyði Krossur at fáa meira hjálp frá mannfólki ?at hjálpa við at hjálpa?, soleiðis at klæðini á bryggjuni kunnu verða skipað yvir í eina ella tvær bingjur.

Higartil í ár eru klæðir send til Sibirien og Tjetjenien, og tað, sum nú kemur inn, er væntandi til Hvítarusslands, har neyðin er ógvuslig.

Øll hjálp verður tó send saman við Danske Røde Kors til tey støð, sum altjóða Reyða Kross Felagsskapurin, sum føroyska felagið er partur av, biðjur um at fáa hjálp til.

Júst nú hevur Reyði Krossur Føroya peningainnsavning, tí tey neyðstøddu hava eisini brúk fyri peningahjálp.