Klokkan 10 í morgun fóru nøkur fólk á skrivstovuna hjá Ríkisumboðnum, og beinanvegin var Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður og tók ímóti teimum.
Ørindini vóru at handað ríkisumboðnum undirskriftir frá 4.671 fólkum, sum hava mótmælt, at etiopiski drongurin Markus í seinastu viku varð tikin frá foreldrum sínum í Føroyum. Drongurin varð tikin frá teimum, tí góðkenningin av teimum sum ættleiðingarforeldur varð tikin aftur.
Biðja um nýggja viðgerð
Ein vinkona hjá Maj-Britt og Inga Dam Jacobsen tók stig til undirskriftinnsavningina. Undirskriftir vórðu savnaðir á netinum og á seðlum, sum hava ligið í handlum.
Vinfólk og skyldfólk hjá teimum handaðu ríkisumboðsmanninum undirskriftirnar.
- Vegna Markus, familju og tey 4.761 fólkini heiti eg á teg um at hyggja at tí menniskjaliga í málinum og taka málið upp til nýggja viðgerð, segði Tom Jacobsen, beiggi Maj-Britt Dam Jacobsen við Dan Knudsen.
Hann helt tað ikki vera beint, at Markus varð fluttur til Danmarkar orsakað av gomlum syndum hjá foreldrunum. Einki var at seta fingurin á, meðan Markus var her.
- Vit elska Markus yvir alt, segði Tom Jacobsen.
Dan Knudsen var ovfarin av teimum mongu undirskiftunum. Ríkisumboðið er liðugt við hetta málið, og ríkisumboðsmaðurin segði, at hann nú fór at senda undirskriftirnar niður til Familjestyrelsen, sum er evsti myndugleiki í ættleiðingarmálum.
Hann nevndi eisini, at málið nú er vorðið politiskt.
- Annars kann eg siga, at Markus kom væl til Danmarkar, og at hann hevur tað gott. Hann er hjá fólki, sum taka sær væl av honum, men eg má viðganga, at hetta er eitt syrgiligt mál, segði Dan Knudsen.