Senda fólk til smástjørnu

Amerikanski rúmdarfelagsskapurin NASA hevur eina ætlan um at senda rúmdarfólk til eina smástjørnu

Higartil hevur hetta bert verið gjørt á filmi úr Hollywood – millum annað Armageddon – men tað kann nú eisini gera veruleiki. Smástjørnan, sum hevur navnið 2000SG344 er til støddar sum ein bátur og ferðast 45.000 km/t. Endamálið við ferðini til smástjørnuna er at fáa upplýsingar um, hvat kann gerast, um ein slík smástjørna í framtíðini hevur kós ímóti jørðini og fer at hótta lívið á klótuni.