Myndugleikarnir í Pakistan hava tosað við myndugleikarnar í Saudiarabia og Jemen um tær tríggjar einkjurnar eftir yvirgangsleiðaran Osama bin Laden. Tær tríggjar kvinnurnar eru ættaðar úr Saudiarabia og Jemen, og nú er ætlanin, at tær skulu fara aftur hagar.
Pakistonsku myndugleikarnir hava annars sett konum og børnum bin Ladens forboð fyri at fara úr landinum, men bannið verður nú sett úr gildi.
Tær tríggjar einkjurnar og tey átta børnini hava verið í varðveitslu hjá myndugleikunum í Pakistan, síðani servandir amerikanskir hermenn beindu fyri bin Laden tann 2. mai. Ein av kvinnunum varð særd í álopinum.