Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevur boðað frá, at fótbóltslandsdysturin í kvøld millum Portugal og Føroyar. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 21, og klokkan 20.50 byrjar Sjónvarpið at senda frá vøllinum í Aveiro, har dysturin verður spældur. Føroysku spælararnir komu til Portugal fyrrapartin í gjár, og sagt verður úr leguni, at veðrið til fótbólt er av tí besta. 23 hitastig og samdrigið.









